HANDILSTREYTIR
Góði kundi
Vit vóna, at tú hevði eina góða uppliving á hesi síðuni og at tú skjótt hyggur forbíð aftur. Sum tú nú keypir frá Emmaus Bíbliuskeið, góðkennir tú treytirnar niðanfyri.
Vøra
Vøran, sum verður seld á síðuni er vøra, sum vit hava verið ómetaliga glað og takksom fyri. Vit vóna, hon kann vera tær, kunda, til líka stóran lærdóm, gleði, troyst og uppmuntran, sum hevur verið okkum. Er okkurt ivamál í samband við vøruna, sent teg endiliga í samband við okkum.
Gjalding fyri vøru
Tá goldið verður umvegis bankan verður tín bílegging ikki send umvegis Posta ella løgd til síðis til avheinting, fyrr enn peningurin sæst á okkara konto.
Sending av vøru
Vøran verður send umvegis Posta gerandisdagar kring Føroyar og til Danmørk.
Endurgjald verður ikki goldið fyri skaðar, ið eru voldir av flutningi av vøruni umvegis Posta. Sí endurgjald og treytirnar hjá Posta her.
Avheinting
Vøran kann avheintast gerandisdagar eftir avtalu umvegis tlf. +298 287840 ella teldupost: jensb@olivant.fo
Afturhandan og endurgjald
Um vøran ikki hevur fingið skaða og ikki er pakkað upp, verður tikið ímóti vøruni aftur og peningurin fyri vøruna verður goldin aftur, tó ikki fyri flutning.
Er feilur í vøruni ber til at býta vøruna um við eina aðra. Tó verður endurgjald ikki goldið fyri skaðar, ið eru voldir av flutningi av vøruni umvegis Posta. Sí meira undir “Sending av vøru”.
Vinarliga heilsan
við Jens og Mariu Bech