UM
HVØRJI ERU VIT?
Emmaus Bíbliuskeið Føroyadeild er ein partur av ECS minnistries. ECS virkar allan heim, høvuðsstøðin er í USA.
Í Føroyum eru 21 bíbliuskeið á goymslu, skeiðini eru vælegnaði til bíbliugranskan, til sjálvlestur og til bæði minni og størri bólkar. Skeiðini kunnu bíleggjast og keypast umvegis heimasíðuna ella á tlf. 287840.
HVÍ EITA VIT EMMAUS?
Vit ynskja at eins og Jesus ávegis til Emmaus lat upp skriftinar fyri monnunum, so skal Emmaus verða ein hjálp at lata upp skriftirnar fyri børnum, ungum, kvinnum og monnum.
Tað stendur, at eftir at Jesus var upprisin, at:
”Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus…”…kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum.” (Luk. 24:13, 15, 27)”Hann byrjaði nú frá Mósesi og øllum profetunum og útlegði tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann.” (Luk. 24:13, 15, 27)
Teir søgdu nú hvør við annan: ”Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!” (Luk. 24:32)
LEINKJUR
GERST EIN PARTUR AV OKKUM Á FACEBOOK BÓLKINUM: